|
Nýggj fløga
Nicolina av Kamarinum gav út fløgu 26. november 2011. Øll løgini eru á føroyskum. Nøkur teirra eru kend og eisini onnur løg, ið ikki fyrr hava verið at hoyrt á fløgu, eru við
Les meira her
_____________________________
Meg minnist
Afturlítandi sending í Kringvarpi Føroya, um søguna hjá føroyskum popp-tónleiki. Tey av Kamarinum, saman við Simme og teimum høvdu sín sjálvsagda lut í hesi sending
Si sending her
__________________________
Heiðursskjal
Tey av Kamarinum fingu handað heiðurskjal frá Tórshavnar Kommunu í Mullers Pakkhúsi hósdagin tann 10. desember 2009
Les grein
__________________________
Norrøna
Tvey av Kamarinum spældu umborð á Norrønu á túrinum til/úr Danmark 3. og 19 september
Les grein
_____________________________
Dansistøð
Nýggj, men tó afturlítandi grein um dansistøð og tónleikabólkar í Havnini, ið Eyðbjørn Jakobsen hevur skrivað. Eisini eru myndir av m.a. Triumf og Gogguni.
Les grein
__________________________
Pensjónistatreff
Spælt varð til Pensjónistasamkomuna í Nesvík tann 8. august 2009. Tvey av Kamarinum og Ólavur Jacobsen úr Hósvík spældu
Les grein
__________________________
Rás 2
Samrøður og live-tónleikur á Rás 2 leygarkvøldið 28. mars 2009 við Nicolinu og Eyðbjørn. Jóhan Petur og Árni Andreassen spældu undir. Eisini var Eivør við.
Sí myndir
|
Ein hálv øld í tónleiki

Vælkomin á heimasíðuna hjá tónleikabólkinum
Tey av Kamarinum.

1955
Bólkurin varð stovnaður í 1955 og var kjarnin í bólkinum frá byrjan børnini hjá Olevinu (av Kamarinum í Havn) og Jóannes (í Geil úr Skálavík). Systkini eru: Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup.

Øll systkini
Trilvandi byrjanin var Hjørleif, Áslakkur, Nicolina og Eyðbjørn. Hjørleif, gittar, sang og trummur. Áslakkur harmoniku og sang, Nicolina, gittar og sang og Eyðbjørn, gittar eins og Margretha eisini var við.

Manningin í 1970'unum
Ingolf og Jákup, lítlubeiggjarnir, komu eisini við eftirhondini.
Í hesi gott hálvthundrað árini hava vit eisini havt tað gleði, at mangir av okkara allarfrægastu tónleikarum, í styttri ella longri tíð, hava spælt við og verið partur av Teimum av Kamarinum.
Bólkurin er framvegis virkin. Hóast tey bert átaka sær hendinga spælingina, so eru Nicolina og Eyðbjørn framvegis til dystin fús.

Tvey av Kamarinum
Vit nerta eitt sindur við Kamarsættina og fara annars við myndum og á annan hátt, at koma inn á ymsar greinar innan tað umhvørvið i Havnini, vit vuxu upp og áttu lut í.
Okkurt forvitnisligt:

|