Tónleikarar

 

 

Hesin rithøvundin er, eftir fimmti ár í ShowBiz, nakað kálkaður, so minnið er ikki tað, tað var. 

 

Eg fari tó at royna at taka fram teir tónleikarar og sangarar, sum hava verið okkum til so stóra gleði og gagn, við í styttri ella longri tíð, at hava ríkað okkum við síni nærveru og við tí, teir hvør sær góvu okkum at bera víðari.

 

Teir eru nevndir í fleng, ikki eftir hvussu leingi ella nær, teir spældu saman við okkum.

 

Fyrst tann sera, sera dugnaliga sangaran og gittarspælaran, sum er saman við okkum p.t.: Árni Andreasen. Jóhan Petur Andreasen hevur verið við til fyri stuttum.

 

Og so koma aðrir pø á pø: Birgir Jakobsen, Hans Christian Clementsen, Djóni Andreasen, Birgar Johannesen, Ólavur Øster, Kolbein Simonsen, Frants Marius Olsen, Ronny Nielsen, Aðalgunn Jacobsen. Olevina Jacobsen, Jóannes Jakobsen, Pól Jakobsen, Heini Sivertsen, Georg eystan Á, Per Debess, Edvard N. Debess, Jóhannus á Rógvu, Erhard Olsen, Sverri Mohr Edvinsson, Johan M. McDonald, Ólavur Jakobsen, Bjarti Mohr, Haldane Joensen, Regin (í Stórustovu) Jacobsen, Flóvin Jacobsen, Dánjal Pauli Norðberg Poulsen, Eyðálvur Gulklett, Magnus (hjá Villa) Jacobsen og Trygve Restorff.


 

Nakrir hava tikið lut í plátu- og fløguinnspælingum og eru nevndir í samband við tað uppsetingina.

 

Onkur er helst ikki komin við enn, so situr tú inni við onkrum relevantum og vil geva okkum lut í tíni vitan, send ein meyl til mín.

 

Eyðbjørn

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2023 •

Tey av Kamarinum