Magnus Jacobsen

f. 1804

_________________

 

 

 

 

 

 

 

Jacob Jacobsen Baja - Koppa-Jákup

_________________

 

 

 

 

 

Magnus Jacobsen - Magnus á Kamarinum

_________________

 

Andrea Nicolina Dam

_______________

 

 

 

EINGIN MYND ENN

 

 

 

 

 

Olevina

 

 

Jens

 

Jakke

 

 

 

 

Sigrid

 

 

 

 

Ingolf

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Bajanstova fremst á myndini um 1873

 

 

 

 

 

 

 

Bajanstovu-grundin um 1899. Frá vinstru Fútastova, Vertshúsið, Essaba (nú Café Natúr), Grástova, áraka Bajagrundini nú J. Bech & Sønner og í Geil.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Magnus á Kamarinum bygdi í 1902 húsini í Konradsbrekkuni. Nú eru hesi nærum vorðin ímyndin av Kamarsættini.

Navnið "á Kamarinum" flutti við Magnusi og húskinum út í Gríms Kambansgøtu.

 

 

 

 

Um Kamarsættina í Havn

 

 

 

Kamarsættin mann vera ein hin elsta í Havnini.

 

Her er eitt yvirlit:

 

27. oktober 1803, giftust Jákup Poulsen (*13.06.1777) og Anna Maria Hansdatter í Bajansstovu. Jákup Poulsen, vanliga róptur Baja, var sonur Poul Jacobsen og Sunnivu Hansdatter, bæði úr Koltri.

Anna Maria Hansdatter, ið varð fødd 6. januar 1777, var ættað úr Fjósi í Havn, dóttir Hans Andersen, føddur um 1740, og Cathrinu Jóannesardóttur, fødd um 1750.
Jákup Poulsen Baja og Anna Maria Hansdatter áttu m.a. Magnus Jacobsen.



Magnus Jacobsen, (06.12.1804) ið sum blaðungur varð sendir til Keypmannahavnar at fáa sær lærdóm sum lærari, at virka teppi, umframt frálæru í sangi og urguspæli, var fyrsti organistur í Havnar Kirkju og lærari í arbeiðsskúlanum í Fútastovu, har hann eisini búi eitt skifti við húski sínum.

Hann giftist við Onnu Elisabeth Debes, dóttir Hans Debes og Elsebeth Birgithe Hammershaimb í Mortansstovu í Havn.

Hans Debes var úr Sandavági, sonur Hans Jacobsen Debes, løgmann, og Rakul Sámalsdóttur Weyhe, dóttir Sámal Petersen, løgmann, í Lamba. Elsebeth Birgitha Hammershaimb var úr Bartskersstovu, dóttir Sámal Hammershaimb, smið, og bónda á Oyri, og Onnu Elisabeth Nyholm.

 

Magnus doyði í 1857, bert 53 ára gamal.


Í 1860 býr húskið hjá honum á Kamarinum í Kopargøtu, Eystan Á.


Magnus Jacobsen og Anna Elisabeth Debes áttu fýra børn, tríggjar døtur og ein son. Dótturin Elsa Birgitta giftist uppisitaranum í Horni Sámal Petur Petersen og er tísskil ættmóður at øllum úr Horni. Yngsta barn teirra var Jákup Jacobsen. Les meira um Magnus Jacobsen (f. 1804)

 


Jákup Jacobsen, (*27.10.1836) varð eisini róptur Jákup á Kamarinum ella Koppa-Jákup, tí hann ferðaðist um og koppsetti fólk. Jákup var timburmaður, men fekst eisini við annað, millum annað prentaði hann fyrsta blað, ið varð prentað í Føroyum, Færingetidende hjá Niels Winther. Tá Fox-expeditiónin vitjaði í Føroyum í 1860, vísti hann teimum veg norður eftir oyggj. Jákup Jacobsen Baja, sum Jákup á Kamarinum eisini varð róptur, var tvær reisur giftur, fyrru ferð við Johonnu Petrinu Casparsdatter, dóttir Johan Caspar Johan-Petersen í Havn. Hann var eitt skifti limur í táverandi Býarstýri, núverandi Býráð. Á seinni árum, var hann eisini gravari í Havn.
Jákup Jacobsen giftist seinnu ferð við Siggu (Sigrid) Frederiku Angelicu Danielsen (*01.01.1841) úr Tranti, hon var dóttir Daniel Danielsen, ið var abbasonur Hovs-Dánjal. Sigga var systur sýslumannin í Søldarfirði Dánjal P. Danielsen og postmeistaran C.C. Danielsen. Mamma hennara var Lisa Margretha Reinert úr Kaldbak.


Jákup Jacobsen Baja á Kamarinum sat einkjumaður við tveimum smágentum. Sigrid átti sonin Dánjal, Dollin nevndur, ið gjørdist trúboðari í Congo.
Jákup Jacobsen Baja á Kamarinum og Sigga Danielsen úr Tranti áttu sonin Magnus Jacobsen kendur sum Magnus á Kamarinum. les meira um Koppa Jákup

 


Magnus á Kamarinum (*27.12.1874), giftist við Andreu Nicolinu Dam (*05.01.1878), dóttir Jens Andreas Christian Dam (í Hoyvík) og Onnu Cathrinu Olevinu Jacobsen í Havn                                            

 

Nicolina og Magnus  fingu seks børn. Ytst til vinstru Olevina, í fanginum hjá pápanum Jens, aftastur Wilhelm, framman fyri hann, Jakke og Sigrid. Á fanginum hjá mammuni, Ingolf.

 

Magnus andaðist á ungum árum. Nicolina giftist ikki uppaftur. Nicolina búði síni seinastu ár í Legathúsinum undir Ryggi 4 í Havnini. les meira um Magnus á Kamarinum

 

 

 

 

 

Børn teirra vóru:

 

 

Vilhelm Jacobsen, nevndur Ville á Kamarinum, giftur við Honnu. Tey áttu tvey børn, Magnus og Káru.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Olevina Jacobsen, gift við Jóannes í Geil Jakobsen, ættaður úr Skálavík. Tey áttu sjey børn. Børn teirra eru einamest kend úr tónleikabólkinum Tey av Kamarinum.  Olevina og Jóannes, keyptu mong ár seinni húsini í Gríms Kambansgøtu, sum Magnus á Kamarinum sjálvur smíðaði í 1902.                         les meira um Olevinu

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Jens Dam Jacobsen, giftur við Borghild. Tey áttu 9 børn.

 

Jens er einamest kendur sum yrkjari av vakra sanginum "Dýrd á vík og vág"                          

 

 

 

 

les meira um Jens

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Jacob Hilmar Jacobsen, nevndur Jakke á Kamarinum.

 

Hann andaðist á ungum aldri. Hann var ógiftur. Hann var prentari og hevði eisini listargávur. T.d. vórðu linoleumsskurðir hansara nýttir í Dimmalætting sum kolofon yvir "Fjern og nær" og "Tíðindi innanoyggja".  

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Sigrid Jacobsen, gift við Ludvík Sigurjónsson av Bakkafirði í Íslandi.

 

Tey áttu tvey børn, Vestarr og Birgit. Tey búgva bæði í Reykjavík

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ingolf Jacobsen, giftur Klara Marie. Tey áttu tvey børn,  Stein og Ingun.

 

Ingolf fór blaðungur til Danmarkar at nema sær lærdóm innan tekning og málningalist.

 

Byrjaði í 1940 á Kunstakademinum í Keypmannahavn. 

 

Niðurfarin, náddi hann vegna seinna veraldarbardaga, ongantíð at vitja heimaftur. 

 

Hann andaðist av krabbasjúku, bert 29 ára gamal.                           

 

 

 

les meira um Ingolf

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Um húsini Bajanstovu og á Kamarinum

 

Bajansstova - ella rættari húsið, ið stóðu á Bajagrundini, var leingi, til tað varð tikin niður umleið 1970, niðasta húsið í Havn. Seinastu árini húsið stóð uppi, varð tað rópt Grønapakkhús hjá Carl á Lag. Tá høvdu húsini verið umbygd fleiri ferðir, og eisini vóru tey lyft upp. Umframt goymslu, var eisini handil í húsunum eitt skifti.

 

Bajansstova stóð niðan fyri Handilsforeiningina, sum seinni varð til handilin hjá Essaba, og sum nú best er kent sum Essabarr (Café Natúr). Millum Bajansstovu og Handilsforeiningina, ið varð bygd í 1894, har Stórastova stóð, stóðu fyrr tvey hús, Gráastova og húsini á Sandi. Eystari endi á húsunum á Sandi, tann ímóti Kopargøtu, æt á Kamarinum.

Nær Bajansstova er bygd, er ilt at siga, men hon hevur ið hvussu er verið til seinnu helvt av 1700 talinum.
Innast í Eystaruvág var sandur, og har Havnará rann út, var Ósin. Húsini á Sandi hava ivaleyst einaferð verið niðastu húsini, tí hava tey verið rópt á Sandi. Seinni er hugsandi, at onnur hús eru komin niðanfyri.

 

Baianstova, sum stóð niðri á ósanum, hevði eftir deyða Magnus í Baianstovu 1854 fleiri eigarar í familjuni, m.a. Armgarð, Evu Margrethu og Hans Jacobsen (var seld í 1877 til handilsvirkið Jørgen Bech & Sønner, sum seinni varð til handilsvirkið hjá Valdemar Lützen. Valdemar var eisini ættaður úr Baianstovu. Eftirkomari hjá Evu Margrethu Jacobsen og A.C. Lützen.

Gamla Baianstova varð um aldarskiftið tikin niður, og Lützen-menninir bygdu eitt nýtt pakkhús á grundina, sum fyrst varð kallað Lützenspakkus, seinni Pakkhúsið hjá Carl á Lag.

Hesi húsini hava ongantíð verið nevnd Baianstova. Húsið man hava verið burtur í rúma tíð - tí staðið har niðri hevur verið kallað á Baiagrund - og tað sigur okkum helst, at leivdir av Baianstovu hava staðið har nakað eftir, at nýggja húsið varð bygt.

Anna Evensen, langabbadóttir Poul Jacobsen, hevur skrivað endurminningar. Har nevnir hon m. a., hvussu Baianastova fekk navnið.

Anna Evensen, ið var systkinabarn Jákup á Kamarinum, varð fødd í 1841 skrivar, at langabbin, Poul, »rejste med en bayersk Turist der kom til Færøerne og som vilde have en Færing til Fører. Han lod bygge et Hus, der blev kaldet Bajernstue, og det fik Poul efter ham.«

Hesin týskarin - ella bayarin, sum tey kallaðu hann, bygdi sær eini hús - hann var í Føroyum í eina tíð - og tað var Baianstova. Tá hann fór av landinum aftur, gav hann hesum Poul húsini - og harvið kom navnið Baianstova.

 

Hildið verður oftani, at tað vóru tvær Baianstovur í Havn, men hetta er ikki rætt. Fólkini, ið búðu í upprunaligu Baianstovuni, fluttu í Guttastovu í Gongini. Navnið flutti við, so at siga. Hesi húsini eru framvegis í ættini. Eirikur Lindenskov og Ingun Schiller eiga tey og heldur matstovan Barbara til har.

 

 


Í Havn vóru tvey hús, ið vórðu rópt á Kamarinum. Umframt tað í Kopargøtu, ið Tey av Kamarinum bera navnið eftir, vóru eini hús í Gomlu Klokkaragøtu, sum eisini hitu á Kamarinum. Hesi eru endurreist og eru áføst Guttastovu ella sum tey nú vera nevnd Baianstova í Gongini í Havn.

 

Magnus Jacobsen (f. 1804), elsti abbasonur Poul Jacobsens og abbi tann kenda Magnus á Kamarinum, doyði í 1857, men hansara húski búi í Kopargøtu í 1860.

 

 

 

 

 

Vit her á síðuni, eru takksamir fyri hjálp og leiðbeining viðvíkjandi greinini omanfyri. Vit eru sannførdir um, at meira er at frætta um ættina og eru øll vælkomin at siga okkum frá, um okkurt er. Send ein teldupost. Trýst her

 

 

 

 

 

 

Heimildir:  

 

Samrøða við Jákup á Kamarinum (1916) í blaðnum "Dúgvan"   

 

FOX-ferðin í Føroyum 1860"   

 

Endurminningar hjá Onnu Evensen - ommudóttir Magnus í Baianstovu.

 

Tórshavnar Skúlasøga:   Jens Marius Hentze.

 

Magnus Dam Jacobsen: Í Grønlandi við Kongshavn (ættartalva eftir John Davidsen)

 

Myndir:  Grafia,  Føroya Fornminnissavn, Tórshavnar Býarsavn og Eyðbjørn Jakobsen.

 

Skrivað grein: Ólavur Jakobsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2023 •

Tey av Kamarinum