TÍÐINDI

Heiðursskjal

Tey av Kamarinum fingu handað heiðurskjal frá Tórshavnar Kommunu í Mullers Pakkhúsi tann 10. desember 2009

Les grein

 

__________________________

 

Norrøna

Tvey av Kamarinum spæla umborð á Norrønu á túrinum til/úr Danmark 3. og 19 september

Les grein

 

_____________________________

 

Dansistøð

Nýggj, men tó afturlítandi grein um dansistøð og tónleikabólkar í Havnini, ið Eyðbjørn Jakobsen hevur skrivað. Eisini eru myndir av m.a. Triumf  og Gogguni.

Les grein

 

Pensjónistatreff

Spælt varð til Pensjónistasamkomuna í Nesvík tann 8. august 2009. Tvey av Kamarinum og Ólavur Jacobsen úr Hósvík spældu

Les grein

 

Rás 2

Samrøður og live-tónleikur á Rás 2 leygarkvøldið 28. mars 2009 við Nicolinu og Eyðbjørn. Jóhan Petur og Árni Andreassen spældu undir. Eisini var Eivør við.

Sí myndir

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Heiðursskjal frá Tórshavnar Býráð

 

 

 

Tey av Kamarinum og Simme og tey fingu stórt herðaklapp frá Tórshavnar Býráð, tá teimum varð handað heiðursskjal fyri drúgva tænastu innan tónleik,

 

Í grundgevingini stendur:


 

Hálv øld er runnin, síðan Tey av Kamarinum gjørdu fyrstu grammofonplátuna og á henda hátt løgdu fólksligar lunnar undir føroyskan popptónleik fyrst og fremst í Útvarpinum, men eisini í dansistovum úti um alt landið. Úr gerandislívi verkafólksins, heima og úti, hava Tey av Kamarinum megnað at seta orð á kenslur hjá føroyingum, sum eftir loknan arbeiðsdag kunnu savnast til dans ella samkomu og lurta eftir tónleikinum hjá systkjunum úr Konradsbrekku í Havn. Úr egnum umhvørvi hava Tey av Kamarinum skapt ein heimligan pall, ið er egin, ektaður og slitsterkur.

Tórshavnar býráð vil við hesum heiðursskjali seta Teimum av Kamarinum merki í 100 ára býarsøguna og minnast teirra drúgvu tænastu fyri bý okkara.

 

Nógv fólk var komið saman í Múller Pakkhús, har ið Borgarstjórin Heðin Mortensen og Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini, fluttu fram røðu og handaðu Heiðursskjalið.

 

Á somu samkomu, vóru eisini nýggju trý bindini í Havnar Søgu løgd framm.

 

Sí myndir frá handanini

 

 

 

 

 

 

Okkurt forvitnisligt:

 

 

Nicolina og Symfoniorkestrið

 

Kiks - Ingolf, Jákup og Birgir

 

 

 

 

 

Myndarøðir:

 

 

Myndir úr Gogguni

 

Myndarøð frá 1972

 

Poppminnir 1979

 

Heiðursskjal

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2023 •

Tey av Kamarinum