Dansistøð í Havn

 

 

  

Sum viðspælari í tónleikalívinum í Havn síðan umleið 1954, hevur tað mangan undrað meg, at tann ”lættari” tónleikurin hevur fingið so lítla søguliga umrøðu. Her eru nøkur minnisbrot.

 

Tað var manna millum hildið vera í lagi at spæla í frítíðini – um tú hevði okkurt ”ordeligt” arbeiði við síðuna av. At gera tónleik sum sítt yrki, ja, tað var ikki tikið uppá tungu.

 

Um ein hyggur í dagbløðini, sum vóru um tað mundið, 14. september, Dagblaðið, Dimmalætting, Sosial-Demokraturin, verður tónleikurin sera lítið umrøddur. Var serlig framførsla (útlendsk, sjálvandi) kundi tað henda, at henda fekk eitt 5x10 cm ummæli, vanliga goymt burtur onkustaðni á 3. blaðsíðu.

 

Fari her at umrøða nøkur av teimum kendu dansistøðunum sum hava verið/eru í Havn og onkur tónleikara- og bólkanøvn, sum koma dettandi í huga ella sum eg fái at vita eftirhondini sum leikur fer....

 

Her er ikki farið í dýpdina; heldur er hetta ein roynd at taka fram hesi støð sum komu, og kanska okkurt teirra enn, kemur til hugs, tá ið talan er um tann lættara tónleikin.

 

AVHALDIÐ:

 

Var mikið umtalað tá eg var piltur og ungdómur. Mann talaði um ”avholdið” (úttalan helst av danska sniðnum). Haldi ikki, at tað varð nýtt til dansi- ella líknandi tiltøk í mínari tíð. Var umtalað sum serliga samkomu-, fundar- og dansistað og tá serstakliga í samband við føroyskan dans.

Í 1950´unum hildu onkrir klassar hjá Kommunuskúlanum til har.

 

 

Avhaldið, sum húsið sær út í dag

 

 

TÓRSHØLL:

 

Tórshøll var upp til seinnapartin av 1920´unum snikkaraverkstaður. Nær bygningurin varð gjørdur um til dansihøli er mær ikki greitt, men fyrrapartin í 1930´unum nevnir Hans við Stein í dagbók síni, at hann spælir í Tórshøll.

Meira og nágreindari um hetta fæst helst at vita, táið bókin hjá Hans Egholm um føroyska tónleikalívið og -bólkar ið er ávegis, verður útgivin.

 

Trupult er at fáa nágreint at vita, hvørjir og nær ymsir persónar/bólkar hava spælt so teir her nevndu eru ikki settir í nakra ávísa skipan. Meginpartin havi eg tó fingið frá samrøðum og práti við fólk, sum hava verið við.

 

 

 

Sæð av Tinghúsvegnum. Hvíta húsið er Sam Olsens, svarta lonin

Høgrumegin er Tórshøll. Føroya Banki sæst aftast í vinstru síðu

 

 

Tikin frá nakað sama stað á Tinghúsvegnum í 2009. Fyrrv.

Føroya Banki (nú: Tilhaldið) sæst miðskeiðis vinstrumegin

 

 

Her í Niels Finsens gøtu var dansistaðið ”Tórshøll” frá fyrst í 1930´-unum og til umleið 1970.

 

Tingo

var orkestur mannað við Ziska-monnum. Heitið kom av Tinghúsvegnum, har teir búðu. Johan Ziska er ein, sum nevndur er í hesum sambandi.

Havi tíverri hvørki mynd ella nøvn. Upplýst er tó at teir góvust at spæla, tí tað var so óluksáliga kalt í Tórshøll. Sum áður nevnt var bygningurin verkstaður áðrenn hann var umbygdur til dansistað, so innlagdur hiti hevur helst verið at líkna saman við ein bý í Sibiriu. Hevur onkur lesari nøvn og evt. mynd, lat meg frætta!

 

Triumf

Her hava vit bæði mynd og nøvn. Hesir tónleikaúrmælingarnir spældu eina tíð í Tórshøll, men góvust eftir onkra ósemju við ánaran. Fóru síðan at spæla í Sjónleikarhúsinum, og vórðu teir grundarlagið undir Gogguni.

 

 

Jazzband Triumf: Stig Heinesen, Erland Fossaa, Sponholdt (dani), Andreas Restorff, Niels Restorff, Sigurd Mikkelsen (Lilleven) og Andreas Restorff Jacobsen 

 

 

Teir eins og flestu bólkar/persónar her eru nevndir, vóru tó ikki bundnir at einum dansistaði; heldur kundu skiftandi samansetingar av tónleikarum og spælingar á ymsum støðum vera vanligt.

  

 

Dansiorkestrið í Tórshøll 

Í bókini hjá Birgar Johannesen ”Havnin – fólk og yrki” síggja vit, at Tórshøll í 1947 fekk sítt egna orkestur, sum aldri fekk annað navn enn ”Dansiorkestrið í Tórshøll”.

 

 

 

Manningin var tá: Magnus Jacobsen, klaver, Sigmund Norðfoss, trompet, Finn Lempel, gittar, Pauli Gaard Hansen, trummur, Erling Isholm, saxofon, Suni Thomsen, harmoniku, Andreas Lava Olsen, saxofon. Teir gevast at spæla í 1952-53. Teir flestu spæla síðan í ymsum orkestrum.

Karl Johannesen (floytu-Karl) spældi í umleið eitt ár (uml. 1953), hann spældi harmoniku, og eftir hetta tók Simme við.

 

Ein samanseting av orkestri hjá Simma síggja vit í ”Havnin – fólk og yrki” hjá Birgar Johannesen. Hetta er tað orkestrið sum seinni fekk navnið ”Blue Star”.

 

 

Manning: Simme, klaver, Linda Vilhelmsen, sang, Petur Jacob Leitisstein, saxofon, Haldane Joensen, trummur, Kjeld Thomsen, trompet, Jákup Thomsen, saxofon, Magnus Jacobsen, trompet, Ib Poulsen, kontrabass, og Napoleon (Pole) Debes, saxofon.

 

Í samband við spæliviðurskiftini í Tórshøll og hvussu kalt tað var at fara undir at spæla um veturin í hesum frysta (fyrrverandi) pakkhúsinum, sigur Magnus Jacobsen (Magnus hjá Villa) nakað soleiðis frá:

 

”Tað var ísakalt táið vit byrjaðu at spæla, og eftirhondini sum fleiri og fleiri fólk komu og fóru at dansa og hitin í hølinum vaks, kondensaði klaverið, so tað var drívvátt. Vit tóku okkum tí fyri eftir dansin at taka alt tað leysa (lok, lúkur o.s.fr.) av og bera hesi inn á skrivstovuna hjá Onnu-Sam (sum var einkja eftir Sam Olsen), har greiðurnar stóðu turt og gott til tær skuldu brúkast næstu ferð, men klaverið sjálvt varð standandi eftir í kuldanum.

Ov nógvur kuldi var ikki góður – ov nógvur hiti var hvaðna verri! Eitt kvøldið hevði vit fingið ein av hesum elektrisku stráluovnunum upp á senuna. Tað riggaði knallandi gott. Mann sat og spældi, heitur um beinini, tí ovnurin sendi sínar strálur inn ímóti klaverinum. Vit tóku allar lúkur av, soleiðis at sjálvt klaverið skuldi sleppa at torna, nú vit hevði fingið varman uppá. Men – einaferð út á kvøldið er tað sum um klaverið gevur upp ond. Eitt ønskriligt suff ljóðar úr klaverinum og tað reyk út av stemningi! Tá vórðu streingirnir blivnir sopass heitir, at allir tognaðu samstundis.”

 

Sjálvur spældi eg (Eyðbjørn) saman við Simma eina drúgva tíð í Tórshøll. Haldane Joensen var trummuleikari tá, um meg minnist rætt.

 

Í 1957 og frameftir spældu vit fýra, Áslakkur, Herman og Hannis. Haldi ikki at bólkurin hevði nakað navn. Men Áslakkur og eg vóru av Kamarinum og vórðu vit longu tá umtalaðir undir tí navninum.

 

Trupult er at fáa nágreint at vita, hvørjir og nær ymsir persónar/bólkar hava spælt so teir her nevndu/vístu eru ikki settir í nakra ávísa skipan, hóast vit kunnu seta árstal á onkrar teirra.

 

  

Sune Thomsen, Erling Isholm, Pauli Gaard Hansen, Martin Vilhelmsen,

Børge Jørgensen

 

 

Suni Thomsen, Steingrím við Stein, Karl Johannesen, Kris Guttesen,

Petur Guttesen, hann longst til høgru er ikki kendur, helst dani.

 

 

Havnar Klubbi

hevði dans í gamla bygninginum til hann varð tikin niður (uml. 1967), og tann nýggi var bygdur og tikin í nýtslu.

 

Høgrumegin Havnar Klubbi. Tinghúsið fremst og vinstru megin Telefonstøðin, teknað av H.C.W.Tórgarð og smíðað av Magnusi á Kamarinum

 

 

Har spældu m. o. Simme og tey.

 

 

Her er ein samanseting: Simme, Connie og Luddi. Connie sang og spældi trummur

 

  

 

 Havnar Klubbi - dansurin var í hølinum upp trappurnar á 1. hædd

 

Tá nýggi bygningurin varð tikin í nýtslu spældu Tey av Kamarinum har rættiliga ”fast”, hetta hevur verið frá 1969-70 og væl upp í 80´ini.

Tað vóru Petur Olivar í Hoyvík og Sigurd Bech sum stóðu fyri hesum í byrjan. Seinni kom Árni Conradsson í staðin fyri Sigurd

Tá spældu vit tíðum eisini til veitslur og onnur tiltøk hjá sjálvum Havnar Klubba, sum átti hetta spælistaðið.

 

 

Í hesum tíðarskeiði varð farið undir at spæla fríggjakvøld. Hetta var nýbrot og ikki varð hildið at hetta var skilagott – leygardagur var tá hjá mongum arbeiðsdagur. Vanligt var tó at eini 700-800 fólk leitaðu á gátt hesi fríggjakvøld. Eisini varð hetta tíðarskeiðið, har hóskvøld (ofta kallað ”brennivínsaftan”) var roynt sum dansikvøld. Eisini við góðum úrsliti.

 

Jákup, Nicolina, Eyðbjørn, Ingolf á eyðkenda pallinum í Havnar Klubba

 

 

  

Her er eitt Big Band á palli í Havnar Klubba: Anfinnur Debess, Jákup Mortensen, Regin Jacobsen, Hákun Hansen, Jákup Thomsen, Kári Poulsen, Brandur Øssursson, Brynjálvur Mikkelsen, Magnus Jacobsen, Eyðbjørn Olsen, Helgi Debess, Trygve Restorff, Jákup Luth. Joensen, Andreas Restorff.

 

Til skemtunar kann nevnast, at dansandi parið eru Jóna og Marius Johannesen

 

 

Sjónleikarhúsið og Goggan

Sjónleikarhúsið varð ætlað og nýtt til sjónleik. Kortini bleiv Sjónleikarhúsið og Goggan mest sum sammerki fyri tað, sum tá varð kallað ”enskur dansur”.

 

 

Goggan 1961: Rigmor Restorff Rasmussen, Jákup Thomsen, Niels Jacobsen (í Stórustovu), Marnar av Kák, Anfinnur Debess, Verland Johansen og Trygve Restorff  

 

 

 

Mangir sjónleikarar vóru einki glaðir fyri at Goggan slapp at nýta húsið í so stóran mun, sum gjørt var; men hetta mundi helst, saman við inntøkunum frá filmsframvísan, geva so frætt av sær, at tað var eitt trivaligt íkast til Sjónleikarfelagið.

 

Goggan 1961: Rigmor Restorff Rasmussen, Marner á Kák, Niels Jacobsen (í Stórustovu), Jákup Thomsen, Verland Johansen, Trygve Restorff 

 

 

 

 

 

Goggan gavst at spæla í 1976, tá hevði orkestrið (við skiftandi manning, rímiligvís) spælt í 50 ár.

 

Hóast Goggan gavst offisielt, var manningin nakrar ferðir saman aftur og spældi til ymisk góðgerandi endamál. Sjálvur spældi eg í Gogguni frá seinnapartinum av 1960´unum til vit góvust í 1976.

 

 

Goggan fyri seinastu ferð í 1976: Aftara røð: Jákup Thomsen, Stig Rasmussen, Marnar av Kák, Annfinnur Debess, Andreas Restorff, Verland Johansen, Rigmor Restorff Rasmussen, Jákup Luth Joensen, Niels Restorff. Fremra røð: Trygvi Restorff, Magnus Jacobsen (hjá Villa), Birgir Jakobsen, Áslakkur Jakobsen og Eyðbjørn Jakobsen.

 

Goggan spældi ikki bert í Sjónleikarhúsinum. Eisini í Havnar Klubba, í Tórshøll og aðra staðni.

 

Meg minnist at eg var við, táið spælt var fyri Hennara Hátygn Margrethu II. á Hotel Føroyum, sum tá var niðri á Kongabrúnni. Hetta var á teimum døgum, táið Atli Dam ráddi fyri borgum. Vit vóru allir í stívasta pussi og veitslan var stílfull út um øll mark, til tað kongaliga fylgið ”left the building” tá var bert lítil løta til stílurin var púra broyttur har munurin á spíssum og Palleba var ringur at fáa eyga á! Ja, Palleba hevði helst átt munin til tað betra.

 

Losjan

  

 

var bert stutta tíð alment dansistað í Havnini. Sambært ”Havnin – fólk og yrki” var dansur frá 1969 – 1971. Tey av Kamarinum spældi har javnan ta tíðina. Mær tykir, at tað var nógv longur enn so - helst ger kálkingin um seg!

 

 

 

Onnur dansistøð

hava verið so sum Tórs Cafeteria, Ítróttarhøllin á Nabb og kanska onnur, sum einki ávíst orkestur ”hoyrdi til”, og hvíla tey á hesum sinni.

 

Jákup, Eyðbjørn, Nicolina, Birgir, Áslakkur, Ingolf og Hans Christian í Ítróttarhøllini á Nabb.

 

Okkurt fer at koma afturat eftirhondini sum myndir og annað kemur í ljós

 

 

Eyðbjørn Jakobsen skrivar. Tín viðmerking er vælkomin. Trýst her.

 

 

 

 

 

Okkurt forvitnisligt:

 

 

Nicolina og Symfoniorkestrið

 

Kiks - Ingolf, Jákup og Birgir

 

 

 

 

 

Myndarøðir:

 

 

Myndir úr Gogguni

 

Myndarøð frá 1972

 

Poppminnir 1979

 

Heiðursskjal

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2023 •

Tey av Kamarinum