DÁMLIGA GØTAN

 

 

 

TEY AV KAMARINUM

 

 

 

SÁLMAFLØGAN

 

 

JÓLAFLØGAN

 

 

JÓLAPLÁTAN 1971

 

 

 

 

 

 

 

Útgávur

 

 

1959: Kvøldarsólin/Í dreymalandi, sum var tann fyrsta. Tvær komu afturat sama árið: Tá kvøldið kemur/Trygdareiðin og Eg hugsi um teg/Lívið, allar sungnar av Nicolinu, sokallaðar standard plátur við 45 snúningum/min. Útgáva: H. C. W. Tórgarð.

Hesar báðar (Kvøldarsólin/Í dreymalandi) vórðu tiknar upp í stovuni hjá Niels í Stórustovu úti í Perskonugøtu. Við vóru: Eyðbjørn, guitar, Jákup Luth, guitar, Regin Jacobsen (Regin í Stórustovu) harmoniku. Tøkningur við einum Tandberg bandupptakara: H. C. W. Tórgarð.


1960:  Mamma mín, sungin av Áslakki, hin síðan: Rosemari sungin av Ingolfi – ein standard pláta. Útg: H. C. W. Tórgarð. Innspæld á Kamarinum í Gríms Kambansgøtu. 

1961: Sweeney/Fraulein. Sangur: Áslakkur, guitarar: Eyðbjørn og Simme, bass: Jákup Luth. Útgáva: Simme. Upptikin í leygligheitini hjá Simma og Connie við Landavegin. Simme sat aftanvert knøttarnar á einum Eltra-bandupptakara.


1963: Okkara fyrsta (og einasta) EP (extended play), Nú er tøknin so framkomin, at ein kann leggja heilar tvær skeringar (løg) á hvørja síðuna: Teir sigla um havið so víða og Ei meira eg kenni longsul, Nicolina syngur. Tá ið mánin fer yvir fjallið, Ingolf syngur og Mín fyrsta flamma, Eyðbjørn syngur. Útgáva H. C. W. Tórgarð. Henda varð tikin upp í Útvarpinum á Bryggjubakka.


1971: Ein standardpláta til jólini: Góði Jólamaðurin, Nicolina, Ingolf og - meira og minni øll, syngja. Mariu sonur, Nicolina syngur. Útg.: H. C. W. Tórgarð. Tikin upp í Útvarpinum á Bryggjubakka.


1984: LP-pláta við 33 snúningum/min ”Tey av Kamarinum” Í búri/ Við gluggan/ Blóman/ Lívið/ Í líðini á kvøldi/ Tá kvøldið kemur/ Mær leingist/ Sigarettir, Whisky og villar gentur/ Seinasta vaktin/ Tann vinurin kæri/ Kærleiksboðini og Á stillu nátt, Nicolina, Áslakkur og Ingolf syngja. Tikin upp yvir langa tíð í studio´num hjá Milson Zachariassen uppi í Tjarnalág.


1985: Vælkomin heim, Ove – Sangluttøka á bandi at heiðra Ova Joensen.


1998:  Jólalag ”Nú kavaklødd jólini eru” á fløgu saman við mongum øðrum.


2000: ”Tey av Kamarinum” endurútgivin sum fløga. Sí 1984


2003: ”Nicolina syngur í Sandavágs kirkju”: Ber mær eitt blómublað eina/ Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá/ Guð, ger meg til eitt lítið ljós/ Leið, milda ljós/ Guð. tú sum ljósið læt skína so bjart/ Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái/ Gakk tú fram í góðum treyst/ Lít allar tínar leiðir/ Ver tú mær hjá/ Nærri, mín Guð, til tín/ So tak tá mínar hendur/ Nú dagurin at enda er. Upptøka/ Mix: Jónheðin Trondheim


2005: ”Dámliga gøtan” Nicolina syngur: Dámliga gøtan/ Ei meira eg kenni longsul/ Alda sum tutlar/ Tá tit fóru/ Mær leingist/ Eg hugsi um teg/ Nánd/ Teir sigla/ Tá kvøldið kemur/ Blunda mítt barn/ Lívið/ Trygdareiðin/ Á stillu nátt. Tikin upp í RonRec Studio, Ronnie Nielsen upptøka og mix


 2005: "Mariu sonur" og "Eg gleðist so hvørt jólakvøld". Upptøkustað: Garasjan v/ Jóannes Jakobsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2009 •

Tey av Kamarinum