1955

 

Manningin í 70-unum

 

Tvey av Kamarinum

 

 

 

 

Ævisøga

 

 

 

Gongdin frá 1955

 

Bólkurin varð stovnaður í 1954-55 og var kjarnin í bólkinum frá byrjan børnini hjá Olevinu (av Kamarinum í Havn) og Jóannes (í Geil úr Skálavík). Systkini eru:  Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup.

 

Navnið "Tey av Kamarinum" varð alment sett á okkum stutt eftir at útvarpið varð sett á stovn.

 

Trilvandi byrjanin var Hjørleif, Áslakkur, Nicolina og Eyðbjørn. Hjørleif, gittar, sang og trummur. Áslakkur harmoniku og sang, Nicolina, gittar og sang og Eyðbjørn, gittar eins og Margretha partvís var við. Ingolf, gittar og sang og Jákup, bass og sang komu við eftirhondini.

 

Ikki er lætt beinleiðis at seta ár á, nær ymisk spælitíðarskeið byrjaðu og endaðu, men fari eg her eftir førimuni at seta skeiðini upp soleiðis:

 

Fyrstu spælingarnar mundu helst vera til føðingardagar, brúðleyp og líknandi høvi. Tá varð ikki hugsað um at tað bar til at fáa samsýning fyri at spæla. Mangan varð innbjóðing til veitsluna fylgd av t.d. - "Eftirsum tit koma kortini, hví so ikki taka harmoniku/gittar etc. við; tað kundi verið stuttligt!" Tað var mangan bæði skemtiligt og hugnaligt. 

 

Í hesi gott hálvthundrað árini hava vit eisini havt tað gleði at mangir av okkara allarfrægastu tónleikarum í styttri ella longri tíð hava spælt við og verið partur av Teimum av Kamarinum. Hesir tónleikarar eru umtalaðir á øðrum staði.

 

Tónleikalívið blómaði í Havnini hesa tíðina, har mong sum fingust við at syngja og spæla eins og onnur, t.d. sjónleikarar og rithøvundar høvdu stóra fragd í at hittast í Tónleikarfelagnum. Tónleikarfelagið er ein søga fyri seg, so ...meira um hetta á øðrum stað!

 

Fyrstu spælingar ímóti samsýning mundu vera í táverandi "Tórshøll". Johannes Olsen (Hanneba hjá Sam) vendi sær til okkara tí hann stóð óvæntað uttan orkestur. Hetta var í 1957. Undirritaði, Áslakkur, Hermann og (Jo)Hannis, hildu okkum til, hóast spæliskráin mundi vera sera klæntraslig um tað mundið. Mær fyrikemur at vit fingu 40 krónur í part fyri hvørt kvøldið. Haldi, at Nicolina var í arbeiði í Danmark hesa tíðina. Hjørleif var helst til skips. Ingolf kom við eftirhondini sum alt-saxofonistur. Sjálvur spældi eg, nú hetta kemur til hugs, eitt sindur á klarinett.

 

Nakað eftir at útvarpið var sett á stovn í 1958, vóru vit við í leygarkvøldssendingunum hjá Tónleikarafelagnum, og eisini rímiliga fast orkestur til mangar av teim tiltiknu V4-sendingunum.

 

Dansistøðini vóru fleiri í Havnini. Sjónleikarhúsið ovaliga í Niels Finsensgøtu, Tórshøll miðskeiðis í Niels Finsensgøtu, Havnar Klubbi við Tinghúsvegin, Losjan við Tinghúsvegin), Tórs Cafeteria í ovasta partinum av Niels Finsensgøtu, B36-húsið í Gundadali. Í 1972 spældu vit til dansin í samband við stóra fiskivinnustevnu sum var uppi á Nabb. Sí myndir frá hesum tiltaki. Hetta var helst fyrstu ferð við tí manning sum (Margretha undantikin) skuldi mynda "Tey av Kamarinum" mong ár frameftir.

 

Dansur var sum nevnt bert mikukvøld (Tórshøll) og sunnukvøld (Sjónleikarhúsið) og mánakvøld (Sjónleikarhúsið - sokallaði Navigatørdansurin -føroyskur dansur vetrarhálvuna).  Í Havnar Klubba spældu vit rættiliga ofta ("fast" til tíðir) upp ígjøgnum 1960´ini og 1970´ini, eins og mangan vóru boð eftir okkum at koma at spæla úti um landið. Les grein um dansistøð í Havn.

 

Tað var í Havnar Klubba, har Árni Conradsson og Sigurd Bech stílaðu fyri í byrjan, og síðan Árni og Petur Olivar í Hoyvík sum fyriskiparum, at vit tóku upp tann nýggja táttin at spæla fríggjakvøld, og sum var sera væl móttikið frá fyrsta degi av. Seinni bleiv tað eisini rímiliga vanligt at vikuskiftið byrjaði hóskvøld. 

 

Meðan útvarpsreportarin niðri á Vaglinum sá hin krossfesta Jóanis Nielsen og var við í umgdómsuppreistrinum í 1960´unum og 1970´unum visti hann, at vísa seg, ongantíð av at Tey av Kamarinum í fyrstani annaðhvørt  seinni hvørt fríggjakvøld, spældu fyri upp til 6-700 fólkum, mangan fleiri. Tað var í hvussu so ikki tikið uppá tungu!

 

 

Uttanlands 

Tey av Kamarinum hava verið nakrar ferðir í útlondum. Fyrsta veruliga uttanlandsferðin var í Islandi á sumri í 1976, har spælt varð á Egilsstøðum, Bakkafirði, Húsavík og øðrum støðum, meg ikki minnist navnið á. Spældu nakrar ferðir í Reykjavík, m.a. í ”in”-staðnum sum tá var, ”Glæsibæ”.

 

 

Manningin henda túrin: Eyðbjørn gittar, Nicolina sang, Áslakkur harmoniku, Birgir trummur, Johannus á Rógvu Joensen bass, Erhard Olsen gittar.

 

Tá skuldi ein (í Ìslandi) vera 18 ár fyri at sleppa í dans, so Birgir og Johannus fingu,tí teir vóru ov ungir, eitt slag av undantaksloyvi!

 

Eisini hevur bólkurin nakrar ferðir ferðir verið í Danmark, m.a. í Keypmannahavn og í Hirtshals. Umframt hetta eru so spælingar umborð á Norrønu.

 

 

Áslakkur, Nicolina, Birgir, Àrni, Jákup, Elmar (vertur), Jóhan Petur, Ingolf og Súna.

 

 

 

Eyðbjørn Jakobsen skrivar og her man fara at koma meir....

 

TeyavKamarinum.com © 2023 •

Tey av Kamarinum