Útgáva við Nicolinu, ið Jákup Zachariassen og Niclas Johannesen stóðu fyri.

10 løg eru á fløguni: Heim til Føroyar, Tá kvøldið kemur, Sum eitt lítið pu, Ein til at elska, Eg eri komin heim, Í tínum egna heimi, Mær leingist, Spákandi í sólskin, Eg sakni teg, Minnisvarðin.

Sum viðspælarar hevur Nicolina á Kamarinum nøkur av teimum bestu, sum Føroya land eigur: Tónleikararnir eru Niclas Johannesen, Jákup Zachariassen, Rógvi á Rógvi, Finnur Hansen og Michael Black, og kór syngja Eivør Pálsdóttir, Hallur Joensen, Unn Patursson og Jón Svein Heinesen. Eivur og Hallur syngja eisini solo.

Upptøkurnar eru gjørdar í Krisstuff og Bloch Studio.

Her eru tveir av gomlu slagarunum við – “Tá kvøldið kemur”, sum Nicolina syngur saman við Halluri Joensen, og “Mær leingist”, sum hon syngur saman við Eivør Pálsdóttir.

Annars eru allir sangirnir á føroyskum, onkur nýyrktur er, Niclas og Jákup hava gjørt onkur løg, meðan onkur týddur gamal útlendskur slagari er. Eyðbjørn á Kamarinum hevur verið við til at yrkt tveir av sangunum.

Fløgan er trupul at lýsa – tónleikurin er countryjazzur og fólkatónleikur og er heilt ótrúliga væl ljóðblandaður. Hetta er veruliga fyrsta flokks vøra.

Fløgan kom á marknaðin 26. november 2011.