|
Komandi spælingar og tíðindi
Myndir frá Nicolinu á Kamarinum
Vit hava gjørt eina mappu við myndum, ið lógu eftir Nicolinu á Kamarinum (1888-1956). Hesar eru nú almennar og øll kunnu fara innar at kaga.
Trýst á her
Myndir frá 40'unum og uppeftir
Tað hevur eydnast mær at samla saman gomul negativ og myndir frá 1940´unum og upp til umleið endan av 1960´unum, sum eg havi viðgjørt í einum foto-optimizer programmi, sett saman til eitt Slide-Show og kann eg bjóða tær hesa samanseting á eini fløgu.
Myndirnar eru fyri stóran part tiknar í Konradsbrekkuumhvørvinum (Grím Kambansgøtu), í Skálavík og aðrastaðni. Tær eru av ymsari dygd, summar heilt góðar, aðrar rystar, onkrar dupulteksponeraðar, onkrar vánaligar/uttan motiv; men eg havi valt at taka allar við uttan at skeita at evt. listarligari dygd/ódygd.
Fólk á myndunum eru m.o. Jóannes og Olevina í Grím Kambansgøtu/Skálavík, teirra børn og kend og minni kend fólk úr teirra umhvørvi.
Fløgan kann spælast á teldu og øllum vanligum DVD-spælarum. Og er út við 1½ tíma í óbrotnari spælitíð. Situr tú við fjarstýraranum, kanst tú støðga hvørji mynd sær og kanna hana nærri.
Til at fáa eina ávísa kompensatión fyri telduskráir, mánaðir við spekulatiónum og enntá regulerum arbeiði, fari eg at taka kr. 150.- pr eintak
Tú kann bíleggja fløguna hjá Eyðbirni: ebbasj@kallnet.fo ella tlf. 519346
Nicolina við nýggjari fløgu
26. november 2011 kom út nýggj fløga við Nicolinu av Kamarinum, har ið hon syngur føroyskar sangir. Afturat sær, hevur hon sera góðar tónleikarar. Tað eru Jákup Zachariassen og Niclas Johannesen, ið hava stílað fyri upptøkunum. Les meira um fløguna. Trýst her
Minnist tú enn ?
Soleiðis er heitið á fyrstu sending í røðuni um føroyskan popp-tónleik, ið varð sýnd hóskvøldið 30. oktober 2010
Simme og Tey av Kamarinum vóru snúningspunkið í hesi sending, ið Súni Merkisstein so hegnisliga hevði gjørt.
Sendingin er á netinum nú og tú kann síggja hana, við at trýsta her
Tórshøll
Tvey (2) av Kamarinum og Árni Andreasen spældu til dans í Tórshøll leygarkvøldið tann 28. august
Summarfestialur 2010
2 av Kamarinum og Árni Andreasen á summarfestivalinum 2010
Nicolina, Eyðbjørn og Árni Andreasen spældu á helst vánaligast lýsta tiltaki nakrantíð í Klaksvík fríggjakvøldið 6. august 2010.
Tiltakið sást ikki lýst í nakrari skrá, undirritaði fekk hendur í, men mær er sagt, at hetta tiltak so hissini varð umtalað í Kringvarpinum og á Rás 2 nakað soleiðis táið spurt var um ikki okkurt øðrvísi fór fram í Ósáskúlanum: ”Jú, jú, Niels Midjord spælir har og so hon sjálv á Kamarinum”!
Eingin lýsing, ongin kunning yvirhøvur og ikki so frægt sum eitt uppslag nær námind av spælistaðnum sum segði frá, hvat fyrifórst; tað var ov vánaligt.
Høllin vit spældu í var ljós, rúmlig og vælegnað til eitt slíkt tiltak so við betri kunning (eisini um, hvat tað kostaði at sleppa inn), avgjørt vert hjá fyrireikarunum at umhugsa til eina aðru ferð.
Heiðursskjal
Teimum av Kamarinum og Simma verða veitt heiðurskjøl í samband við at fimmti ár eru liðin síðan fyrsta plátan varð útgivin. Í 1959 komu hesar pláturnar hjá Teimum av Kamarinum: Kvøldarsólin/í Dreymalandi, Tá kvøldið kemur/Trygdareiðin og Eg hugsi um teg/Lívið, allar sokallaðar standardplátur (gjørdar úr vinyl) við 45 snúningum/min.
Sosialurin skrivar 8. desember 2009 í samband við bókaframløgu og heiðursskjalahandanina:
"Við sama høvið verða heiðursskjøl latin Teimum av Kamarinum og Simma og teimum. Orsøkin er at hálv øld er runnin síðani Tey av Kamarinum góvu fyrstu plátuna út og løgdu lunnar undir tónleik á plátu á móðurmálinum. Samstundis er hálv øld runnin, síðani Simme lat upp Simme Musikkhús,sum enn er til í miðbýnum. Á rytmiska tónaøkinum hevur Simme gingið undan og er enn virkin í Tilhaldinum hjá Tórshavnar Kommunu."
Tey av Kamarinum eru framvegis sera virkin. T.d. spældu Nicolina og Eyðbjørn á jóladøgverðanum hjá tilhaldunum oman Mattalág, oman Hoydalar og í Kollafirði mánakvøldið í Róðrarneystinum á Argjum. Kiks - t.e. Ingolf, Jákup og Birgir spældu um mánaðarskiftið í Mimir.
Norrøna
Tvey av Kamarinum verða at hoyra umborð á Norrønu á túrinum niður til Danmarkar tann 3. september og á túrinum uppaftur tann 19. sept.
Teir túrarnar verða tað Nicolina og Eyðbjørn sum undirhalda. Her er mynd frá Harmonikutúrinum í fjør heyst
Pensjónistatreff í Nesvík
Tvey av Kamarinum spældu í Leguhúsinum í Nesvík leygardagin 8. august í samband við samkomu hjá Pensjónistafeløgunum. Einir 400 pensjónistar vóru á hesi stevnu.
Her eru Eyðbjørn, Nicolina og Ólavur Jacobsen úr Hósvík, sum spældi við okkum í Nesvík
Leguhúsið í Nesvík
Beinleiðis á Rás 2
Vitjað var leygarkvøldið 28. mars 2009 á Hvonn, har ið framførd vóru nøkur løg og eisini var samrøða við Nicolinu og Eyðbjørn.
Tey framførdu eisini "Mær leingist" saman við Eivør.
Harafturat vóru Trygdareiðin, Lívið, Eg hugsi um teg, Ei meira eg kenni longsul, Tá kvøldið kemur og Á stillu nátt á skránni.
Árni og Jóhan Petur Andreassen spældi við okkum hesuferð.
Sent varð beinleiðis á Rás 2 og myndafrásøgn var á www.portal.fo
Vit loyva okkum, at vísa tykkum nakrar av hesum:
Nicolina og Eyðbjørn
Árni, Nicolina, Eyðbjørn, Eivør og Jóhan Petur
Nicolina, Eyðbjørn og Eivør
Eyðun Klakkstein, Barbara Holm, Eyðbjørn og Nicolina
Copyright: www.portal.fo
Okkurt forvitnisligt:
|