Image

Útgávur við Teimum av Kamarinum síðani 1959

Nógvar upptøkur vóru framdar miðskeiðis í 1950'unum í Tónleikakafelagnum og í tí nýstovnaða Útvarpinum, men tað var ikki fyrrenn í 1959, at plátur komu út.
Í 1959 komu heili tríggjar single plátur. Hetta vóru stakplátur (single) á vinyl við einum lagi á hvørjari síðu. Eisini var lakk-pláta (78) framleidd av útgávuni Í Dreymalandi og Kvøldarsólin.

Vit hava kannað allar útgávur, fingið upplýsingar til vega um hvussu innspælingarnar vóru framdar, hvør sang og spældi og hvør tók upp og gav út.
Vit hava sett allar útgávurnar upp kronologiskt.

Onkran misskiljingar vóru fingnar av vegnum, okkurt forvitnisligt kom eisini undan kavi, og halda vit nú, at skil so dánt er fingið á yvirlitið.


Image

1959

Single-pláta: Heiti: Nicolina syngur:
Kvøldarsólin - Orð: Nicolina av Kamarinum (týðing) – Norskt lag: I midnatssolens land - Gunnar Engedahl og Erling Stordahl
Í dreymalandi – Orð: Nicolina av Kamarinum (týðing) – Íslendskt lag: 12. september
- Tónleikarar: Eyðbjørn av Kamarinum, leadgittar, Jákup Luth Joensen, gittar, Regin Jacobsen (í Stórustovu), harmoniku.
Tikið upp í stovuni hjá Niels í Stórustovu í Perskonugøtu 23 í Havn. Upptøka: H.C.W. Tórgarð. Útgáva: H. C. W. Tórgarð (Harmoni)


Image

1959

Single-pláta: Heiti: Nicolina syngur:
Løg: Tá kvøldið kemur og Trygdareiðin- Orð og Lag: Nicolina av Kamarinum
Tónleikarar: Nicolina av Kamarinum, sangur - Eyðbjørn av Kamarinum, gittar. Áslakkur av Kamarinum, harmoniku.
Innspælt í húsinum á Kamarinum í Conradsbrekkuni (Gríms Kambansgøtu 26), og í hølunum, ið H.C.W. Tórgarð leigaði í Gomlu Danmark, úti við Grind í Havn – Upptøka og útgáva: H. C. W. Tórgarð (Sonet)



Image

1959

Single-pláta: Heiti: Nicolina syngur:
Løg: Eg hugsi um teg og Lívið - Orð og Lag: Nicolina av Kamarinum.
Tónleikarar: Nicolina av Kamarinum, sangur - Eyðbjørn av Kamarinum, gittar.
Innspælt í húsinum á Kamarinum í Gríms Kambansgøtu.
Upptøka og útgáva: H. C. W. Tórgarð .


Image

1960

Single-pláta: Heiti: Áslakkur syngur – Tey á Kamarinum leika:
Mamma mín – Orð: Harry Birtilið – Íslenskt lag: August Pétursson – Áslakkur av Kamarinum, sangur – Eyðbjørn av Kamarinum, gittar – Ingolf, gittar, Kór: Olevina og Margretha av Kamarinum
Rose Marie - Ingolf syngur – Tey á Kamarinum leika - Orð: Eyðbjørn av Kamarinum (týtt úr týskum) – Lag: Schwarzenberger
Tónleikarar: Ingolf av Kamarinum, sangur og rútmugittar – Eyðbjørn av Kamarinum, gittar. Kór: Olevina og Margretha av Kamarinum
Upptøkur á Kamarinum í Conradsbrekkuni (Gríms Kambansgøta 26). Upptøka og útgáva: H. C. W. Tórgarð (Harmoni)

Tikin upp í 1960, men kom fyrst á plátu í 1963. Verksmiðjan, ið skuldi prenta plátuna, fór í gjaldssteðg. Frumbandið kom tó aftur til Føroyar og útvarpið spældi løgini. Lagið Rose Marie (og Mamma Mín, sum var hitt lagið á plátuni/bandinum) vóru javnan at hoyra í Útvarpinum longu frá 1961. Hansemann Tórgarð gav plátuna út síðst í 1963.


Image

1961

Single-pláta:
Sweeney - Orð: Henry Lawson/Slim Dusty/Áslakkur av Kamarinum (týtt úr enskum) – Lag: Slim Dusty
Fraulein - Orð: Áslakkur av Kamarinum (týtt úr enskum) – Lag: Williams/Fleming/Bobby Helms
Tónleikarar: Áslakkur av Kamarinum, sangur – Eyðbjørn av Kamarinum, gittar – Simme Arge Jacobsen, rútmugittar - Jákup Luth Joensen, bass
Upptikin í íbúðini hjá Connie og Simma úti við Landavegin.
Upptøka: Simme Arge Jacobsen við einum Eltra bandupptakara. Útgáva: Simme Arge Jacobsen (Harmoni) .


Image

1963

EP-pláta (extended play – tvey løg á hvørjari síðu) - Heiti: Tey av Kamarinum
Teir sigla um havið so víða - Orð: Nicolina av Kamarinum - Norskt lag: Magnus Samuelsen -
Ei meira eg kenni longsul - Orð og lag: Nicolina av Kamarinum – Nicolina av Kamarinum, sangur - Eyðbjørn av Kamarinum, gittar – Ingolf av Kamarinum, rútmugittar
Tá ið mánin fer yvir fjallið – Orð: Nicolina av Kamarinum (týtt úr enskum) - Amerikanst lag: Johnson/Woods/Kate Smith - Ingolf av Kamarinum, sangur og rútmugittar – Eyðbjørn av Kamarinum, gittar
Mín fyrsta flamma - Orð og lag: Jógvan Skaale - Eyðbjørn av Kamarinum, sangur og gittar.
Tikin upp í Útvarpinum á Bryggjubakka. Tøkningur: Marius Thomas Rein. Útgáva: H. C. W. Tórgarð (Sonet)


Image

1971

Góði Jólamaðurin - Orð: Systkini av Kamarinum (umyrkt úr enskum), Amerikanskt lag: Jolly Old Santa Nicholas - Nicolina, sangur, Ingolf, sangur og gittar. Jákup, kór og bass. Eyðbjørn, klokkuspæl og gittar.
Mariu Sonur - Lag: Jester Hairston. Orð: Jóhan Nielsen - Nicolina syngur, Ingolf og Jákup, kór, Eyðbjørn, akk. gittar, Frants Marius Olsen, trummur. Børge Petersen teknaði kápuna.
Tikin upp í Útvarpinum á Bryggjubakka. Tøkningur: Marius Thomas Rein.
Útgáva: H. C. W. Tórgarð


Image

1984

"Tey av Kamarinum" - LP-pláta við 12 løgum
Løg: Í búri - (Orð-Lag: JHO Djurhuus - J.Waagstein) - Sangur: Nicolina - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Kolbein - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø-
Við gluggan - Við gluggan - (Orð-Lag: Ingolf, Jákup og Nicolina - Bobby Darin) - Sangur: Ingolf og Jákup - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Djóni
Blóman - Blóman - (Orð-Lag: Poul F.Joensen-HP Danks) - Sangur: Áslakkur - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø.
Lívið Lívið - (Orð-Lag: Nicolina av Kamarinum) - Sangur: Nicolina - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø
Í líðini á kvøldi - Í liðini á kvøldi - (Orð-Lag: Flóvin Flekk-Stenka Rasin/Russ.fólkalag) - Sangur: Ingolf - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø.
Tá kvøldið kemur - Tá kvøldið kemur (Orð-Lag: Nicolina av Kamarinum) - Sangur: Nicolina - Gittar: Eyðbjørn, Hans Chr. og Ólavur Ø. - Bass: Kolbein - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø.
Mær leingist - Mær leingist - (Orð-Lag: Nicolina av Kamarinum) - Sangur: Nicolina - Gittar: Eyðbjørn, Hans Chr. og Ólavur Ø. - Bass: Kolbein - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø.
Sigarettir, Whisky og villar gentur - Sigarettir, whisky og villar gentur - (Orð-Lag: Eyðbjørn av Kamarinum - Spencer) - Sangur: Áslakkur - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Birgir - Steel/dobro: Milson
Seinasta vaktin - Seinasta vaktin - (Orð-Lag: Harry Birtilið - Amr. fólkalag) - Sangur: Ingolf - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Birgir - Ljómborð: Ólavur Ø.
Tann vinurin kæri - Tann vinurin kæri - (Orð-Lag: Harry Birtilið) - Sangur: Áslakkur og Nicolina - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Birgar - Trummur: Djóni - Steel/dobro: Milson
Kærleiksboðini - (Orð-Lag: Poul F. Joensen - H. Heine) - Sangur: Áslakkur - Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Kolbein - Trummur: Djóni - Ljómborð: Ólavur Ø.
Á stillu nátt - Á stillu nátt - (Orð-Lag: Knút Wang - M.S. Viðstein) - Sangur: Nicolina- Gittar: Eyðbjørn og Hans Chr. - Bass: Kolbein - Trummur/Ljómborð: Ólavur Ø.

Tikin upp í tíðarskeiðinum 1982 til 1984 í upptøkuhølunum hjá Milson Zachariassen uppi í Tjarnalág í Havn.
Tónleikarar: Nicolina, Áslakkur, Ingolf og Jákup, sangur. Eyðbjørn, Hans Chr. Clementsen og Ólavur Øster, gittar, Birgir Hjørleifsson Jakobsen og Djóni Andreasen, trummur, Birgar Johannesen, og Kolbein Simonsen, bass, Ólavur Øster, ljómborð, Milson Zachariassen, steel-dobro .


Image

1985

Eitt lag: Vælkomin heim, Ove - Sangluttøka á bandi við øðrum at heiðra rógvaran Ova Joensen.
Nicolina syngur.


Image

1998

Eitt lag: Nú kavaklødd jólini eru - Jólalag á fløgu við øðrum tónleikarum.
Nicolina syngur.


Image

2000

"Tey av Kamarinum"
LP-plátan frá 1984 endurútgivin og mastrað av nýggjum sum fløga. Sí 1984


Image

2003

"Nicolina syngur í Sandavágs kirkju" - Útgáva á fløgu við 12 sálmaløgum
Tónleikarar: Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard og Finnur Hansen, orgul – Ólavur Jakobsen, gittar - Upptøka/ Mix/ Samanseting: Jónheðin H. Trondheim - Samskiparar: Eyðbjørn av Kamarinum og Bjørgheðin Jacobsen - Uppseting: Hans Jákup Hansen - Káputekst: Janus Mohr - Útgevari: Plátufelagið TUTL

Ber mær eitt blómublað eina (Orð: Ingeborg Næstved - Før. týðing: Gunnar Dahl-Olsen - Lag: N.P. Hartelius) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar - Finnur Hansen, orgul - Útseting: Ólavur Jakobsen
Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá (Orð: Mikkjal á Ryggi - Lag: ókendur) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar - Útseting: Ólavur Jakobsen
Guð, ger meg til eitt lítið ljós (Orð: M.B.B. Edwards - Før. týðing: Mikkjal á Ryggi - Lag: Jónas Tómasson) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard, orgul
Leið, milda ljós (Orð: J.H. Newman - Før. týðing: Jákup Dahl - Lag: C.H. Purday) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard, orgul
Guð, tú sum ljósið læt skína so bjart (Orð: C.J. Brandt - Før. týðing: Símun av Skarði - Lag: August Winding) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard, orgul
Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái (Orð: Carolina Sandell - Før. týðing: Jógvan Nolsøe - Lag: Oscar Ahnfelt) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar - Finnur Hansen, orgul - Útseting: Ólavur Jakobsen
Gakk tú fram í góðum treyst (Orð: Christian Richardt - Før. týðing: Niels Winther og Jóan Hendrik Poulsen - Lag: C.E.F. Weyse) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard, orgul
Lít allar tínar leiðir (Orð: Paul Gerhardt - Før. týðing: Gudmund Bruun - Lag: Hans Leo Hassler) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard. orgul
Ver tú mær hjá (Orð: Henry Francis Lyte - Før. týðing: Edmund í Garði - Lag: W.H. Monk) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar - Finnur Hansen, orgul
Nærri, mín Guð, til tín (Orð: Sarah Adams - Før. týðing: Jógvan Nolsøe - Lag: L. Mason) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Ólavur Jakobsen, gittar - Finnur Hansen, orgul - Útseting: Ólavur Jakobsen
So tak tá mínar hendur (Orð: Julie Haussmann - Før. týðing: Jákup Dahl - Lag: Friedrich Silcher) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard, orgul
Nú dagurin at enda er (Orð: Djone Isaksen - Lag: Rudolf Bay) - Nicolina av Kamarinum, sangur - Max Højgaard, orgul




Image

2005

"Dámliga gøtan - Tvey av Kamarinum (Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum) - Nicolina syngur -
Útgáva á fløgu við 13 løgum. Bæði nýggj løg og endurinnspælingar
Løg: Dámliga gøtan - Ei meira eg kenni longsul - Alda sum tutlar - Tá tit fóru - Mær leingist - Eg hugsi um teg - Nánd - Teir sigla - Tá kvøldið kemur - Blunda mítt barn - Lívið - Trygdareiðin - Á stillu nátt -

Tikin upp í RonRec Studio. Upptøka og mix: Ronny Nielsen -
Tónleikarar: Nicolina og Eyðbjørn av Kamarinum, Ronny Nielsen, Arnold Ludvig, Árni Andreasen, Rógvi á Rógvu, Ólavur Jakobsen, Jóhan Petur Andreasen, Aðalgunn og Olevina Bjørgheðinsdóttir, Heðin Z Davidsen, Ólavur Olsen, Hans Chr. Clementsen. Kápa: Karin Maria og Dávid Jakobsen. Produsari: Bjørgheðin Jacobsen. Útgáva TUTL HJF 127


Image

2005

Tvey løg: Mariu Sonur og Eg gleðist so hvørt jólakvøld
Nicolina syngur.
Upptøka: Garasjan/Jóannes Jakobsen


Image

2011

Nicolina - Soloútgáva við Nicolinu av Kamarinum
10 føroysk løg. Nýggj løg og endurinnspælingar
Løg: Heim til Føroyar, Tá kvøldið kemur, Sum eitt lítið pu, Ein til at elska, Eg eri komin heim, Í tínum egna heimi, Mær leingist, Spákandi í sólskin, Eg sakni, Minnisvarðin.
innspæld í Bloch Studio og í Kristuff Studio.
Lagt til rættis: Jákup Zachariassen og Niclas Johannesen


Um upptøkurnar og útgávurnar

Systkini av Kamarinum vóru longu virkin við upptøkum í Tónleikarafelagnum í Havn miðskeiðis í fimtiárunum. Har eru nógvar upptøkur, har ið systkini syngja og spæla saman við øðrum ungfólki, ið tá vóru virkin í felagnum. Seinni, tá ið Útvarpið í 1957 fór undir regluligar sendingar, var heitt á tey um at koma oman á Bryggjubakka at spæla inn. Hesar upptøkur vóru einamest ætlaðar at senda í nýggja miðilinum, og ikki til útgávu á plátu.
Í 1959 kom so av álvara fer á við útgávum. Tríggjar single-plátur komu út hetta árið. Eisini kom hin eina sum lakk-pláta.
Fyrsta upptøkan var framd úti í Perskonugøtu 23. Riggað var til í stovuni hjá Niels í Stórustovu. H.C.W. (Hansemann) Tórgarð tók upp við einum Tandberg-upptakara. Bert eitt spor og ein mikrofon var til taks, so sangari og tónleikarar stillaðu seg í hóskandi frástøðu, so sangurin og ljóðførini stóðu rætt í ljóðmyndini. Nicolina, ið sang løgini, stóð uppi á einum borði. So hon var næst mikrofonini.
Í samband við upptøkunurnar í 1960 av lagnum “Mamma mín”, ið var framd í húsinum á Kamarinum í Gríms Kambansgøtu, hekk mikrofonin niður úr loftinum í gongini. Áslakkur, ið sang lagið, stóð tætt við mikrofonina, Eyðbjørn spældi sologitar og Ingolf rútmugittara. Teir sótu í trappuni, skamt frá Áslakki. Kórið, ið var mannað við Margrethu og Olevinu, mamma teirra av Kamarinum, stóðu longur burtur - við garderobuna. Hansemann Tórgarð, ið var upptøkumaður, sat uppi á loftinum í eystara kamarinum, so larmurin av bandupptakaranum, ein Tandberg við stórum spolum, ikki kom við.
Sama er við upptøkuni av Sweeney og Fraulein, ið Áslakkur syngur. Simme Arge Jacobsen stóð fyri upptøkunum á sínum Eltra bandupptakara. Upptøkurnar vóru til úti við Landavegin, har ið Connie og Simme búðu.

Í 1963 var tøknin meiri framkomin og fleiri spor vóru til taks. Nú vóru betri umstøður í Útvarpinum á Bryggjubakka, har ið Hansemann leigaði seg inn at taka upp. Í sanginum Mín fyrsta flamma, spælir Eyðbjørn forspælið á gittara, fyri síðani at taka sangin og rúmugittaran omaná á einum øðrum spori. Men hetta skuldi tó framvegis sita, tí ikki var gjørligt at klippa í ella at á annan hátt seinni at gera um. Tey trý, Nicolina, Ingolf og Eyðbjørn byrjaðu, saman við tøkninginum Marius Thomas Rein, upptøkurnar seint um kvøldið. Trý tey fyrstu løgini vóru í kassanum innan miðnátt, men hitt fjórða riggaði ikki og tey vóru ikki nøgd við tað. Avrátt var, at Eyðbjørn skuldi syngja Mín fyrsta flamma. Tað var ikki avtalað frammanundan, men tíðin í upptøkuhølunum var dýrabær, so hann kom við. Fýra løg, liðug til útgávu, alt eftir einum kvøldi.
Lagið, ið ikki fekst at rigga, var tað seinna so sera kenda "Mær leingist". Lagið gjørdist fólkaogn, tá ið songkvinnan Eivør endurinnspældi lagið. Tað var fyrstu ferð at hoyra á útgávuni "Tey av Kamarinum", ið kom út í 1984.

Umstøðurnar at taka upp vóru ikki góðar. Einki er klipt í upptøkunum. Hetta er alt "eitt take". At ljóð frá einari kontakt, ið verður sløkt ella tendrað, kom við, var ikki tikið so tungt. Og eitt vegdeksil, ið er at hoyra á tí eini upptøkuni, ja, tað er bert partur av livandi tónleikaskapan.

Tøkniliga menningin hevði ikki við sær, at útgávurnar gjørdist fleiri. Bólkurin legði seg eftir at spæla live, bæði til dans og til veitslur. Tað hevur uttan iva minkað um hugin og orkuna at spæla inn.