Sálmafløgan  

Kirkjan í Sandavági, sum abbi okkara, Magnus á Kamarinum (1874-1921) teknaði og bygdi í 1917, hevur altíð verið tikin fram sum eitt av høvuðs-verkum hansara og hevur frá barndómi okkara verið rættiliga frammaliga í hugaheimi okkara. So, hvørja ferð ein er í Sandavági ella fer framvið og sær hesa vøkru kirkju, leita tankarnir aftur til abban og alt tað, hann fekk útint.

Nicolina tosaði mangan um at hon kundi hugsa sær at sungið onkrar sálmar í júst hesi kirkju, so tá ið Jónheðin Tróndheim umvegis Janus Mohr beyð sær til at standa fyri upptøku, varð tikið av.

Úrslitið varð so fløgan ”Nicolina syngur í Sandavágs kirkju”, sum varð útgivin ígjøgnum plátufelagið TUTL í 2003.

Stuðulsveitarar: Mentanargrunnur Føroya, Vónin, Tórshavnar Kommuna, Haldórsvíkar Kommuna, Sandavágs Kirkja

Sangur:  Nicolina

Tónleikarar:  Max Højgaard, urgu, Ólavur Jakobsen, gittar, Finnur Hansen, urgu

Upptøkur, mix og samanseting:  Jónheðin H. Tróndheim

Samskipan:  Eyðbjørn Jakobsen, Bjørgheðin Jacobsen

Uppsetari:  Hans Jákup Hansen

Tøkk til: Janus Mohr, Jón Dahl Olsen, Hans Iversen og ónevndum, men ikki gloymdum stuðlum. Somuleiðis tøkk til avvarandi fyri loyvi at nýta tilfarið, ið er á fløguni.

 

ÚR KIRKJUNI

        

 

Myndir frá upptøkuni

          

 

   

 

Fløgan kann keypast online. Trýst her

 

Myndir frá konsert í Sandávágs kirkju í 2006

Stutt konsert við sálmum og sangum í samband við Vestanstevnuna.

   

Eyðbjørn, Nicolina og Ólavur                                        Eyðbjørn                                             Ólavur, Nicolina, Sólvá,  Richard og Eyðbjørn

_________________

JANUS MOHR SKRIVAR UM FLØGUNA

_________________

GREIN ÚR VIKUBLAÐNUM

_________________

UMTALA Í DIMMALÆTTING

_________________