Dámliga Gøtan  

Á fløguni eru 13 løg - Nýggjari innspælingar av gomlum løgum og nøkur heilt nýggj løg.

Upptøkunar eru gjørdar í RonRec Studio í Havn frá Nov. 2004 til mai 2005. Ronny Nielsen hevur staðið fyri upptøku, mix, og mastering.

Nicolina syngur.

Fløgan kom út í 2005

Dámliga Gøtan   Orð: Heri Nolsøe, Lag: Nicolina Jacobsen og Eyðbjørn Jakobsen, Guitarar/Keyboard: Árni Andreassen og Ronny Nielsen, Bass: Arnold Ludvig, Trummur: Rógvi á Rógvu
Alda sum tutlar   Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig, Kór: Aðalgunn Jacobsen og Olevina Jacobsen                                                                                                                             Ei meira eg kenni longsul   Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard/ Harmonika: Jóhan Petur Andreasen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig, Guitar/Percussion: Ronny Nielsen, Kór: Aðalgunn Jacobsen og Olevina Jacobsen                                                                               Tá tit fóru   Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Heðin Z. Davidsen og Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig, Trompet: Ólavur Olsen, Kór: Aðalgunn Jacobsen og Olevina Jacobsen
Mær leingist    Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard/Harmonika: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen og Eyðbjørn Jakobsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig 
Eg hugsi um teg   Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig
Nánd   Orð: Thomas M. Smith, Lag: K. Foss & R. Bøe, Keyboard/ Harmonika: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen og Eyðbjørn Jakobsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig
Teir sigla um havið so víða   Orð: Nicolina Jacobsen, Lag: Magnus Samuelsen, Keyboard/ Harmonika: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig
Tá kvøldið kemur  Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Sologuitar: Hans Chr. Clementsen, Keyboard/ Harmonika: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig, Kór: Aðalgunn Jacobsen og Olevina Jacobsen
Blunda mítt barn   Orð: Jóhan Petur Andreasen, Lag: Nicolina Jacobsen, Arr.: Ólavur Jakobsen og Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ólavur Jakobsen, Harmonika: Jóhan Petur Andreasen
Lívið Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard: Jóhan Petur Andreasen, Guitar/ Percussion: Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig
Trygdareiðin   Orð og lag: Nicolina Jacobsen, Keyboard: Jóhan Petur Andreasen, Guitar: Ronny Nielsen og Eyðbjørn Jakobsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig
Á stillu nátt   Orð: Knút Vang, Lag: M. S. Viðstein, Flugelhorn/ Trompet: Ólavur Olsen, Keyboard/ Harmoniku: Jóhan Petur Andreasen, Guitarar: Ronny Nielsen, Trummur: Rógvi á Rógvu, Bass: Arnold Ludvig

 

 

Heðin Mortensen skrivar í samband við “Dámliga gøtan”

 

 

“Tey á Kamarinum spæla til dans í ……”

 

Verður sagt Tey á Kamarinum, vita øll tilkomin havnarfólk, at talan er um musikalsku børnini hjá Olevinu og Jóannesi í Konradsbrekku. Hesi gávuríku systkini, sum hava ríkað føroyska tónleikapallin í hálva øld.

 

Tónleikagávur og listagávur eru í ættini, tað vita vit. Yngra ætarliðið hevur tikið við, nú tey ungu, ið eru farin at eldast, fyri ein part eru givin at spæla alment til dans.

 

Tí er tað mær ein stórur heiður at hava fingið høvi at bera fram eina kvøðu í hesa afturlítandi fløguútgávu.

 

Tað er fáum tónleikarum tillutað at spæla til dans í samfull fimmti ár uttan íslit, men tað kunnu vit staðfesta, at Nicolina og Eyðbørn hava gjørt.

 

Sjálvt um manningin seinastu árini hevur ikki verið tann upprunaliga, so er onki at ivast í, at upphavið “klangurin” er hin sami:

 

Tey á Kamarinum við vakra sanginum hjá Nicolinu sum undirstøði.

 

Frá fyrsta degi hava tit lagt dent á at spæla dansitónleik, har orð og lag eru føroysk. Sangir og løg, sum nú eru fólkaogn. Sangir, ið nema við okkara kenslur sum t.d. kærleika og longsil, náttúru og sjómannslív. Tónleikur, sum er serføroyskur, og tó alheimligur.

 

Frálíkir sangir og løg, sum hava givið yngri tónleikarum íblástur at tulka gomlu innspælingarnar av nýggjum. Tónleikarar, ið vóru ikki føddir, tá ið Tey av Kamarinum fyrstu ferð spældu til dans í dansihølum í býnum. 

 

Góðu tit bæði! Tórshavnar kommuna ynskir tykkum hjartaliga til lukku við hesi “jubileumsfløgu” í samband við runda dagin, og ynskir tykkum nógv góð og virkin ár.

 

Tit hava lagt tykkara steinar í føroyska tónleikavarðan.

 

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri