Magnus Jacobsen (1804-1857)

 

 

 


Jákup Poulsen Baja og Anna Maria Hansdatter áttu m.a. Magnus Jacobsen.

Magnus Jacobsen í Baiansstovu, (06.12.1804) giftist við Onnu Elisabeth Debes, dóttir Hans Debes og Elsebeth Birgithe Hammershaimb í Mortansstovu í Havn.

 

Hans Debes var úr Sandavági, sonur Hans Jacobsen Debes, løgmann, og Rakul Sámalsdóttur Weyhe, dóttir Sámal Petersen, løgmann, í Lamba.

 

Elsebeth Birgitha Hammershaimb var úr Bartskersstovu, dóttir Sámal Hammershaimb, smið, og bónda á Oyri, og Onnu Elisabeth Nyholm.


Magnus Jacobsen og Anna Elisabeth Debes áttu fýra børn, tríggjar døtur og ein son. Yngsta barn teirra var Jacob Jacobsen Baja. Betri kendur sum Koppa Jákup.

 

Hesin Magnus var sera evnaríkur. Meðan han gekk í skúla, varnaðist bæði prestur og amtmaðurin, sum vóru til ársroyndirnar, hansara góðu gávur og handalag.

 

Magnus varð settur sum hjálparlærari  í 1821, júst fyri, at hann fylti 17 ár. Saman við Jógvan Christiansen, sýslumanni, røkti hann hetta starv.

 

Jógvan doyði í 1827 og tá hjálpti bróðurin Jørgen Frants honum at halda skúla. Sami Jørgen Frants flutti vestur í Vágar og gjørdist tiltikin skúlamaður har.

 

Jógvan, sýslumaður, var kendur sum ein undirbrotligur embætismaður og var hann týðum eftir Nólsoyar Pálli. Hetta vann honum tann ivasama heiður, at gerast Krákan í Fuglakvæðinum.

 

Magnus helt fram, tá ið skúlin varð umskipaður í 1825 og virkaði Magnus tá saman við J.G. Effersøe.

 

Eisini systir Magnus, Eva Margretha, virkaði í nógv ár við skúlan. Hon giftist fyrsta Lútzen-manninum í Føroyum.

 

Magnus var av skúlakommisjónini sendur til Danmarkar, at nema sær víðari kunnleika.

 

Hann var á fyrsta sinni niðri á vári 1827. Hann kom heimaftur um heystið og hevði tá eisini fingið sær frálæru í sangi og tekning. 

 

At tað hevur ligið væl fyri hjá Magnusi sum lærari, hava vit prógv fyri.

 

Í 1828 vitjaði advokaturin og fuglafrøðingurin Carl Julian Graba og hann rósar skúlanum í Havn til skýggja. Ja, nærum eingin skúli í danska ríkinum fær tílíkt skoðsmál, tá ið um lærdóm ræður.

 

Børnini eru kvik at svara. Tey duga heimligu landafrøina til lítar (donsku), roknistykkini elvdu til undran hjá Graba, høvuðrokningin var á sera høgum støði og børnini skrivaðu rætt og vakurt. Tórfør orð sum "generaltoldkammer" og "admiralitetskollegium" vórðu skrivað uttan villur.

 

Men stuttligast mann vera, at børnini dugdu so væl at syngja.

 

Sambært Graba, er tað bert í Havn, at børnini dugdu rætt stev og takt.

 

Ikki sum sangin í Sørvágs kirkju, tí um tað sigur Graba, at hann ongantíð í lívinum hevur hoyrt nakað so ræðuligt.

 

Magnus gjørdist deknur, kirkjusangari og var hann fyrsti urguleikari við Havnar kirkju, ið fekk sína fyrstu urgu í 1831.

 

Magnus var aftur niðri í 1835 at fáa sær víðari lærdóm. Hann kemur heim um heystið.

 

Men ósemja kom ímillum amtmannin Tillisch og Magnus. Hesin Tillisch var bróður hin fyrra amtmannin, ið setti arbeiðsskúlan á stovn í 1826. Fyrri Tillisch var í Føroyum 1825-30. Hin seinni var amtmaður og kommandantur 1830-37.

 

Magnus skrivaði javnan til skúlastýrið um at fáa líkinda løn fyri sítt arbeiði, men var ber eitt eiti av løn sett av til hansara.

 

Tillisch fór av landinum, men tað batnaði ikki, tá ið Pløyen kom og Magnus segði seg úr starvi í arbeiðsskúlanum í 1842.  

 

Í skrivinum nevnir Magnus, at honum er lovað at halda áfram sum lærari í Almúguskúlanum. Einki prógv er fyri, at hann fekk hetta starv aftur.

 

Magnus var deknur til 1854, tá ið nýggja skúlalógin ásetti, at fyrstilærarin skuldi lesa í kirkjuni. Viðkomandi fyrstilærari gjørdist hin fyrsti Lútzen í Føroyum. A.C. Lútzen giftist systir Magnus, Evu Margrethu.

 

Sama árið, fekk hann viðmæli frá Djurhuus prósti, tá hann bað um viðbót fyri orgulspæl, tí eingin kundi liva fyri 30 rdl. um árið.

Um sama mundið, fingu lærarnir í Almugu- og arbeiðsskúlanum umleið 170 rdl. í silvuri um árið.

 

Tað hevur uttan iva verið tórført at havt arbeiðsskúla í Havn í hesi tíð.

 

Vanliga fólkið var blóðfátækt og donsku embætismennirnir vóru yvirstætt, ið ikki hava havt stórvegis ans fyri, at børnini, onnur enn teirra egnu, fingu lærdóm.

 

Undantøk vóru, m.a. hin fyrri amtmaðurin Tillisch, presturin Christen Pram Gad og konan, ið stórliga virkaðu fyri, at skúlin og kirkjan fingu sømulig kor.

 

Hann virkaðu fyri, at urga kom í kirkjuna í 1831.

 

Men allíkavæl hevur Havnin kleikt næmingar í hesi tíð, tí m.a. V.U. Hammershaimb, Niels Winther, Zacharias Michelsen, ættfaðir Michelsens-mennirnir úr Fugloy, Jacob Jacobsen Baja, Anna Cathrina Michelsen (móðir Mariu Mikkelsen) og Eva Margretha Lútzen fingu sín lærdóm í hesum skúla.

 

Sum so mangur skúlamaður undan honum, doyði Magnus ungur, bert 53 ára gamal.

 

 

 

Okkum vitandi er eingin mynd til taks av Magnusi. Skuggamyndina, ið er á hesi síðuni, hevur oldurabbasonur Magnus, Magnus Dam Jacobsen gjørt.

 

 

(ój)

 

 

 

 

 

 

Vit her á síðuni, eru takksamir fyri hjálp og leiðbeining viðvíkjandi greinini omanfyri.

 

At Magnus hevur verið merkismaður innan skúlaskap er eyðsýnt, men eisini hansara virksemi innan sang og tónleik hevur søguligan týdning, tí hetta ber vitni um tónleikavirksemi heilt aftur til 1820'ini í Havnini.

 

Vit hava roynt at kanna, hjá hvørjum í Keypmannahavn, Magnus hevur fingið undirvísing í urguspæli, sangi og tekning.

 

Vit eru á slóðini og tá ið okkurt kemur undan kavi, so frætta tit tað.

 

Vit vita, at C.E.F. Weyse hevði næmingar, ið hann nevnir "Nordatlantiske studenter", sum hava sungið fyri honum, tá ið hann fekk til uppgávu, at niðurskriva løg úr danska kongaríkinum. Eisini, at hesir hava verið næmingar hjá honum, men hava vit ikki fingið prógv fyri, hvørjir hesir vóru.

 

At korini, eisini tá, hjá m.a. útinnandi tónleikarum og urguleikarum (og lærarum), ikki hava verið so glæsilig, er lívsleið Magnusar enn eitt dømi um

 

Vit eru sannførdir um, at meira er at frætta um Magnus og eru øll vælkomin at siga okkum frá, um okkurt er. Send ein teldupost. Trýst her

 

 

 

 

 

 

Heimildir:  

 

Tórshavnar Skúlasøga,  Jens Marius Hentze.

 

Endurminningar hjá Onnu Evensen.

 

Magnus Dam Jacobsen: Í Grønlandi við Kongshavn (ættartalva eftir John Davidsen og upprskift hjá Olevinu á Kamarinum, ið var gjørd saman við Jacob Jacobsen (Sjabokk))

 

Myndir:  Grafia,  Føroya Fornminnissavn, Tórshavnar Býarsavn og Eyðbjørn Jakobsen.

 

 

Skrivað grein: Ólavur Jakobsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2023 •

Tey av Kamarinum