Magnus á Kamarinum (1874-1921)

 

 

Magnus Jacobsen (*27.12.1874, d. 12.12.1921), kendur sum Magnus á Kamarinum.
Magnus á Kamarinum giftist við Andreu Nicolinu Dam (*05.01.1878 - d. 14.05.1956), dóttir Jens Andreas Christian Dam  og Onnu Cathrinu Olevinu Jacobsen í  Havn                                            

 

Nicolina og Magnus  fingu seks børn. Ytst til vinstru Olevina (f. 02.05.1907), í fanginum hjá pápanum Jens (f. 06.11.1912), aftastur Vilhelm (f. 12.11.1903); framman fyri hann Jakke (f. 19.11.1909) og Sigrid (f. 09.08.1914). Á fanginum hjá mammuni, Ingolf (f. 08.12.1916).

 

 

     

Nicolina og Magnus avmyndaði í samband við brúðleyp teirra.

 

 

Magnus andaðist 46 ára gamal. Nicolina gifti ikki uppaftur. Nicolina búði síni seinastu ár í Legathúsinum undir Ryggi 4 í Havnini.

 

 

 

Magnus Jacobsen - Magnus á Kamarinum

 

Magnus á Kamarinum var byggimeistari. Eftir hann standa nógvir stórbærir bygningar og arbeiði, ið hann hevur greitt út hondum. Nevnast skal m.a. kirkjunar í Sandavági, í Hesti, Kvívík og Leirvík. Hann bygdi harafturat gamla posthúsið í Havn, gomlu telegrafstøðin (núverandi barnatannlæknastovan í Havn) og sethúsini á Kamarinum í Gríms Kambandsgøtu.

 

Eitt byggiverk, ið vit oftast síggja hjá honum, er trappan í Tinganesi. Hetta var upprunaliga trappan, ið var smíðað til Posthúsið, ið var har.

Í dag verður henda trappa javnan nýtt sum bakrgrundsmynd, tá ið politikkarar úttala seg.

 

Magnus á ungum aldri við guðsoni sínum, Viggo Christiansen

 

 

     

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2009 •

Tey av Kamarinum