Mær leingist

orð og lag: Nicolina Jacobsen

                                              

Mær leingist, mær leingist at fevna teg,

Mær leingist at teska:  Eg elski teg.

Hví fór tú frá mær – kom aftur til mín

Fevn meg og teska: - Eg  eri  tín

 

Mær leingist at kína títt fagra hár,

kom aftur og turka av kinni hvørt tár

Bert vit eru saman í álvara og gaman

tá verður alt gott

 

- - - - - - -

                                  

Mær leingist at kína títt fagra hár,

kom aftur og turka av kinni hvørt tár.

Bert vit eru saman í álvara og gaman,

tá verður alt gott.