Mariu sonur

 

orð: Jóhan Nielsen - lag: Jester Hairston

 

Bíbil sigur undri frá,

úr fjaru fornu øld.

Mariu sonur, Jesus Krist,

var borin jólakvøld.

 

- Hoyri blíðan einglasong,

boða hirðafjøld:

Mariu sonur Jesus Krist,

var borin jólakvøld.

- Gleðiboð til jarðar kom,

úr fjaru stjørnufjøld:

Mariu sonur, Jesus Krist,

var borin jólakvøld.

 

Í Betlehem tað jólakvøld,

ei kundu fáa vist,

Jósef og Maria moy,

sum skuldi føða Krist.

 

At enda funnu tey eitt fjós,

og har varð borin tá,

Hin dýrdarmikli frelsarin,

og reivaður í strá.

 

- Hoyri blíðan ...

 

Stjørnan skein á Himni blonk,

til hirðarnar á ong.

Og einglasangur teimum beyð,

at finna teirra kong.

 

- Hoyri blíðan ...