Góði Jólamaðurin

 

orð og lag: Tey av Kamarinum - Amerikanskt lag

 

1. Góði jólamaðurin, lán mær oyra títt

sig ei fyri eini sál, hvat er ynski mítt,

Jólakvøld nú verður brátt, sig mær um tú kann,

tí eg fegin vita vil, hvat eg fáa mann.

 

2. Ver nú ikki ótolin, bíða bert eitt bil,

um øll skulu vita alt, verður einki skil.

Jólaaftan er í nánd, bíða bert við tol,

til eg komi dettandi niður ígjøgnum skorsteinshol.

 

3. Sleðuna tú finnur fram, skundar tær avstað,

veit at børn, ið vænta teg, verða øll so glað,

tá tú kemur ferðandi gjøgnum kavafok,

sleðan er av góðgæti og gávum fylt á rok.

 

4. Tá ið klokkan verður tólv, og vit sova væl,

kemur tú her inn á gátt, gávur geva skal.

Hosurnar tá finnur tú, hangandi á rað

mín hon verður minst av teim, gloym tú ikki tað

 

5. Jógvan ynskir skíðufjøl, Anna bust og spegl,

Sámal ynskir sær ein bil, Jón eitt skip við segl.

Tá vit hava fingið tað, okkum líkar mest,

góði jólamaðurin, tú manst vita best.