Eg hugsi um teg

 

 Orð & lag:  Nicolina Jacobsen

  

                                                    

                                                         

So eina eg siti og hugsi um teg,  

tá tú var hjá mær.

meg minnist, at tú fevndi meg,

og segði, eg var tær so kær

                                                         

Eg hugsi um teg dag og nátt,

gævi tú kom brátt

aftur til mín at fevna meg

og siga, tú elskar meg

 

Meg minnist, tá tú var hjá mær,

og alt var gleði og gleim;

meg minnist at tú kysti meg,

tá tú fylgdi mær heim,

 

Eg hugsi um teg …

 

Tú segði, tá tú fór avstað:

- Tú grát ei søta mín,

tí aftur eg komi ein fagran dag,

komi aftur til tín.

 

Eg hugsi um teg ...