Blunda mítt barn
Text: Jóan Petur Andreasen Lag: Nicolina Jacobsen
Blunda mítt barn, far í dreymanna verð
sveimar tú tá út á stjørnulandsferð.
Blómandi dalar tú fyri tær sær,
dreymur er blóma, sum veksir í tær.
Sóljan ið sprettur er vinurin tín,
lyngurin, græsið er títt summarlín.
Summardá angi fær sólina nær.
Dreymur er blóma, sum veksir í tær.
Dreymaferð, dreymaverð
veksir har tú er.
Og tá tú vaknar smílandi,
tá veit eg at tú vil:
Siga frá ferð tíni úti í verð,
dreymurin vakur sum blómurnar er,
Trúgv tín á dreymar er als ikki fjar,
dreymur er blóma, sum veksir í tær
---
Trúgv tín á dreymar er als ikki fjar
- dreymur er blóma, sum veksir í tær.